27. oktober var framløga av føroysku týðingini av heimskenda kærleiksleikinum hjá Shakespeare, Romeo og Julia.

Tað er forlagið Stíðin hjá Zakarias Wang, sum gevur út, og Hans Tórgarð, sum hevur umsett.

Teir báðir vitjaðu á Glasi og greiddu frá arbeiðnum at týða heimskenda leikin, sum komandi ár verður framførdur á Glasi í hesi týðing. Tað eru sjónleikabólkarnir Det Ferösche Compagnie og TVAZZ standa fyri útsetingini saman við Glasi.

426 ára gamli leikurin snýr seg um unga ást millum tvey, sum eru úr tveimum húskjum í Verona, sum hava klandrast leinki. Einki kann tó forða teirra kærleika, og tey vilja heldur doyggja enn liva uttan hvønn annan.