GLASIR ER NÚ ROYKFRÍTT ØKI
Sum liður í arbeiðinum at skapa eitt framúr umhvørvi fyri læring verður royking nú bannað á øllum økjum kring Glasir. Roykibannið er sett í verk eftir tilmæli frá Fólkaheilsuráðnum.
– Latið umhvørvið vera roykfrítt, har børn og ung eru, er greiði boðskapurin frá Fólkaheilsuráðnum. Fleiri fólkaskúlar hava tikið stigið, og nú verður Glasir, sum er Føroya størsti útbúgvinarstovnur, roykfríður. Roykibannið er galdandi fyri allan matrikkulin.