2.000 næmingar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi hava luttikið í undanumførum av Company Programme 2026. Av hesum 2.000 høvdu 150 næmingar úr 41 bólkum vunnið seg víðari til finaluna í stásiliga bygninginum hjá Dansk Industri á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Dagurin byrjaði longu kl. 07.30 og endaði kl. 21.30, tá vinnarin varð kosin til galladøgurðan.
Her kom vinnarin av Ungt Virki í Føroyum, SafeHike við Jóna Ellefsdóttir, Maria í Stórustovu og Sámuel á Smið av Glasi, inn á eitt sera flott 4. pláss. Teirra hugskot, sum er ein app, ið skal gera tað tryggari og hugaligari at ferðast í føroysku náttúruni, fekk sera gott skotsmál. SafeHike fekk 541 stig út av 600 møguligum fyri teirra avrik.
Una Joensen, rektari á Glasi, og Magni á Lakjuni, vararektari á Glasi, løgdu leiðina umvegis finaluni fyri at uppliva tiltakið og stuðla SafeHike í gjøgnum drúgva dagin. Tey vóru ikki sørt errin av føroysku luttakarunum. Serliga hildu tey, at framløgan hjá SafeHike var millum tær allar bestu.
SafeHike hevði eisini framløgu á stóru altjóða tøkniráðstevnuni TONIK í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju fríggjadagin 8. mai.
Til ber at síggja fleiri myndir frá finaluni á facebook-vanganum hjá Ungt Virki.