Nú stundar skjótt til jóla, og seinasti undirvísingardagur á Glasi er tann 20. desember.
Ætlanin er at fyriskipa ein hugnaligan dag, har næmingar og starvsfólk møtast til vanliga undirvísing í 1. blokki, meðan restin av degnum fer við morgunmati, dansi um jólatræið, kórsangi, jólaevangeliið og mangt mangt annað. Jólamenn koma sjálvandi eisini á vitjan.
Øll eru vælkomin at hava børn og yngri systkin við til jólahugnan aftaná 1. blokk.
Tað verður spennandi, nú hetta verður fyrstu ferð jól skulu haldast á Glasi, at verða við til at leggja lunnar undir, hvussu nýggi bygningurin kann gerast so jólahugnaligur, sum gjørligt.
Skúlagongdin tann 20. desember er frá kl 8.10 til umleið kl 12.