Í gjár, týsdagin 26. februar 2019, stóðu seks frisørar sveinaroyndina á Glasi. Hetta eru fyrstu frisørarnir, sum hava gjørt útbúgvingina lidna á Glasi, síðani flutt varð í nýggja bygningin. Hátíðardámur var á fimtu hædd. Sveinaroyndin er yvir tveir dagar, har frisørarnir skulu ígjøgnum ymsu tættirnar av fakinum. Seinasta uppgávan var í tveimum tættum – ‘uppsetan av langum hári’ og ‘make-up’. Temaið var frítt, og tí var hendan seinasta uppgávan helst tann, sum mest varð gjørt burturúr. Myndirnar vísa tær seks, sum nú hava staðið sveinaroyndina, og modellirnar, sum tær settu hár hjá og sminkaðu.

Vit ynskja teimum seks til lukku við sveinaroyndini. Nú skúlaparturin av útbúgvingini er liðugur er bert nakað av lærutíðini eftir. Tann fyrsta av teimum seks fær Sveinabrævið tann 1. mars, tá hennara lærutíð er liðug.