24. januar skipaði Yrkisdepilin fyri próvdómaraskeiði á Glasi. Tiltakið var sera væl vitjað. Gott og væl 90 fólk vóru til skeiðið.

Tiltakið varð sum nevnt skipað av Yrkisdeplinum við luttøku av yrkisskúlum og vinnuni í Føroyum. Tað er nakað síðani, at próvdómaraskeið hevur verið seinast. Tí var tað sera hugtakandi, at tiltakið hevði so stóra undirtøku.

Áhugin fyri yrkisútbúgvingum í Føroyum er stórur. Gott og væl 700 lærlingasáttmálar eru í Føroyum í løtuni. Til ber at taka skúlaskeið til fleiri útbúgvingar í Føroyum, og til tað krevst próvdómarar at tryggja støðið og úrslitið av útbúgvingini.

Tey umboðandi yrkini á skeiðnum vóru: bil, el, húsasmíð, maskin, smiðja, skrivstova og handil, hárfríðkan og kokkar.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá tiltakinum.