Mangt og hvat hendir á Serbreytini. Í seinastu viku løgdu næmingarnir hvør sítt høsnaregg í eina klekimaskinu.

Um alt gongur eftir ætlan, fara vit at fáa høsnarungar um 3 vikur. Spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at hilnast.

Næmingarnir hava lært um høsnahald og kleking, bæði í teori og praksis.

Tit eru vælkomin í bygning 700 at fregnast. At síggja klekimaskinuna og ungarnir tá teir eru komnir, næmingarnir greiða fegnir frá.