Nú fyrstu pisurnar verða floygdar á serbreytini á Glasi var Kringvarp Føroya her úti og tosaði
Fríggjadagin var síðsti skúladagur á Glasi. Tá fingu vit orðið á tveir næmingar, Sharadu Ýr Unadóttir og Elis Michelsen, og Katrina Olsen, sum er samskipari á Serbreytini.

Tá tey eru liðug í skúlanum fara tey at arbeiða. Sharada fer at hjálpa til á Glasi. og Elis hevur fingið arbeiði hjá portørunum á Landssjúkrahúsinum.

Katrin Olsen ger vart við, at um onkur hevur hug at søkja, so eru enn nøkur tøk pláss á serbreytini næsta skúlaár.

Hoyr prátið við tey her.