Til allar rithøvundaspírar á Glasi
Trygvi Danielsen (rithøvundur, silvurdrongur, geytavinnari o.m.a) skipar fyri skriviskeiði á skúlanum. Trygvi gevur tykkum góð ráð og skrivivenjingar í sambandi við stuttsøgukappingina. Freistin at lata stuttsøgur inn er 1. okt. Lesið meira um stuttsøgukappingina her.
Skeiðið verður í 5. blokki mánandagin 28/9 í stovu 419.
Hetta er seinna skeið av tveimum. Fyrra skeiðið var 9/9. Tú kanst koma til seinna skeið, sjálvt um tú ikki vart til fyrra skeiðið. Tær nýtist ikki at tekna teg til skeiðið. Møt bara í høli 419 mánadagin 28. september kl. 15:30.
Silvurdrongur dugur eisini at munnhøggast live. Niðanfyri sært tú hann dystast móti Allahn í iLLtonkt, har Swangah presenterar føroyskt munnhøgg.