Hvussu handfari eg próvtøkuótta?

Tað er vanligt at gerast óttafullur, tá man skal avrika og verða dømdur fyri avrikið. Eitt sindur av ekka kann vera ein fyrimunur til próvtøkurnar, tí tað skerpar hugsavningina. Fyri nøkur fyllir ræðslan fyri próvtøkum tó so nógv, at tað kann gerast beinleiðis próvtøkuótti. Hetta kann ávirka próvtølini, men tað ber til at gera nakað við hetta!

Á skeiðnum fara vit at hygga eftir katastrofutankum og ringum vanum – og bjóða hesum av. Skeiðið er fyri næmingar á Glasi. Tær nýtist ikki at tekna teg til skeiði. Møt bara upp í høli 105 mikudagin 14. apríl. Skeiðið verður aftur 28. apríl og 12. mai.

DAGAR: Mikudagarnar 14. apríl, 28. apríl og 12. mai
TÍÐ: Kl. 13:55 – í 4. blokki
STAÐ: Høli 105 – fyrilestrarsalurin við ítróttahøllina.

Spurningar 0g ivamál kunnu stílast til Rúnu Jakobsen, lestrarvegleiðara.