Nú verður skipað fyri skrivibólki á Glasi
Hesi seinastu árini hevur Glasir verið karmur um eina vælumtókta stuttsøgukapping, sum hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 2017. Nú stovna vit ein skrivibólk, har næmingar, sum skriva stuttsøgur, yrkingar ella annað, kunnu møtast og lesa ella hoyra tekstir hjá hvørjum øðrum.
Undirtøkan fyri árligu stuttsøgukappingini á Glasi setti met í ár, hóast hon hevur verið høg á hvørjum ári, síðani hon fyrstu ferð varð skrivað út í 2017. Tá komu 61 stuttsøgur inn, og vinnarasøgurnar, umframt nakrar aðrar, komu út í savninum “Kamparænarin og 15 aðrar søgur”. Í 2020 komu 74 søgur inn til kappingina, sum Rannvá Glerfoss úr 19p vann við stuttsøguni “Fjølmánar”.
Í fjør varð skipað fyri tveimum vælvitjaðum skriviskeiðum við Trygva Danielsen undan kappingini, so høvi var at arbeiða við sínum tekstum, áðrenn teir vórðu sendir inn til kappingina.
Skrivibólkur eina ferð um vikuna
Nú verður so høvi hjá skriviáhugaðum at møtast eina ferð um vikuna á Glasi í skrivibólkinum. Endamálið við skrivibólkinum er at geva høvundaspírum á Glasi eitt forum, har tey kunnu møtast og kunnu vera saman um tað at skriva. Bólkurin skipar sjálvur fyri skráum og innihaldi.