TIL ALLAR RITHØVUNDASPÍRAR Á GLASI!

Virðislønti rithøvundurin og yrkjarin, Marjun Syderbø Kjelnæs, hevur skriviskeið á Glasi mánadagin 18. september.

Marjun fer at geva tykkum góð ráð og skrivivenjingar í sambandi við stuttsøgukappingina. Marjun hevur drúgvar og fleirtáttaðar royndir við penninum í hondini. Millum hennara skaldskap teljast bæði yrkingasøvn, stuttsøgur, skaldsøgur, filmshandrit og leikhandrit.

Skriviskeið er ókeypis í sambandi við stuttsøgukappingina 2023.

Freistin at lata stuttsøgur inn er 1. okt. Lesið meira um stuttsøgukappingina her.

Skeiðið verður kl. 15:30 – beint eftir 4. blokk – mánadagin 18. september í høli 418. 

Tær nýtist ikki at tekna teg til skeiðið. Møt bara í høli 418 mánadagin 18. september kl. 15:30. Allir næmingar og lærlingar skúlans eru vælkomnir.