Skrubb er ein plága, sum onkuntíð ger um seg og smittar, har fólk savnast – eitt nú í barnagørðum, skúlum og arbeiðsplássum. Vit hava nú aftur fingið fráboðan um skrubb, har smittan kann verða spjadd her á Glasi. Hetta mugu vit øll taka í álvara og gera nakað við. Nú.

Skrubb er í roynd og veru ein motta, sum gnagar seg niður í húðina og nørist við at leggja egg, sum verða larvur. Hesar fara úr gongdini og grava seg niður við síðunar av hársekki ella innast í einum húðarfaldi, búnast og gerast so nýggjar mottur. Hendan ringrás tekur á leið 2-3 vikur. Árinini av skrubbmottuni kunnu verða rættiliga keðilig. Umleið 2-6 vikur ganga frá tí, at tú ert smittaður, til skriðin byrjar. Skriðin kann gerast so ringur, at tú klórar, til tað bløðir. Skriðin er ringastur júst har, skrubbmottan er, men tað breiðir seg so við og við til restina av kroppinum. Tey flestu fáa reyðar prikkar, ið skriða, og onkuntíð eisini smáar bløðrur – serliga á fingrar og hendur.

Hvat kanst tú gera, um tú hevur skrubb? Ráðini eru greið:

  • Far til lækna at fáa greiða staðfesting

  • Viðger teg við heilivági móti skrubb, sum fæst í handkeypi á apotekinum (permethrin)

  • Øll klæðir, sum tola tað, skulu vaskast á í minsta lagi 60 stigum. Klæðir, sum ikki tola heitt vask, skulu frystast í eitt samdøgur.

  • Dýnur og koddar skulu út í kuldan í ein dag ella tveir.

  • Alt húskið skal viðgerast í senn, fyri at basa smittuni.

Ikki er neyðugt at viðgera onnur í skúlaflokki ella arbeiðsplássi, uttan so at sjúkueyðkenni eru staðfest. Men neyðugt er at boða frá, so tey eru tilvitað um at fara til lækna og kanna, um okkurt skuldi víst seg. Tilburðir av skrubb á Glasi skulu boðast lestrarvegleiðingini.

Les meira um skrubb og viðger her.