9 næmingar á Glasi eru testaðir positivir fyri Covid-19, og neyðug tiltøk eru sett í verk í samráð við landslæknan.

Hetta ávirkar mest virksemið á yrkisnámi, ið fyri ein stóran part hevur fjarundirvísing komandi vikuna.

Avgjørt er at avlýsa allar ársroyndir í vikuni, t.e. frá í morgin og til og við fríggjadagin 28. mai. Hendan avgerðin merkir sostatt at ongar ársroyndir verða í morgin og restina av hesi vikuni.

Hettar broytir to ikki avgerðina um, at endaligar próvtøkur verða hildnar um ætlað, tvs. at teir næmingar ið hava endaligar próvtøkur skulu møta til próvtøku.

Um næmingar hava spurningar í sambandi við koronustøðuna, kunnu teir seta seg í samband við lestrarvegleiðingina. Á hægri námi heldur virksemið fram sum ætlað.

Umráðandi er, at almennu leiðreglurnar verða fylgdar; at vit halda fjarstøðu, hava gott reinføri og at minkað verður um sosiala samveru, ið ikki er neyðug. Um ein hevur sjúkueyðkenni ella hevur verið í samband við ein smittaðan, er umráðandi at lata seg testa skjótast gjørligt.

Vit fylgja neyvt gongdini og eru í tøttum samskifti við Uttanríkis- og mentamálaráðið og landslæknan um støðuna.