Á felagsøkinum við trappuna á 3. hædd er forvitnislig framsýning, sum næmingar á fyrsta ári á Tilvirkisatstøðið hava sett upp. Á framsýningini eru pløgg, sum næmingarnir hava sniðgivið og bundið, sum partur av uppgávu. Uppgávan var, at sniðgeva pløgg við útgangstøði í mótanum frá fimtiárunum.

Hvør næmingur skuldi velja sær ein sniðgeva frá hesum tíðarskeiði. Næmingarnir skuldu útgreina og leita sær íblástur frá hesum sniðgevum. Síðani rannsakaðu næmingarnir og arbeiddu við evninum í fakunum KONSTRUKTIÓN, HONDBINDING og DESIGN.

Verkætlanin var jólaroyndin hjá Tilvirkisatstøði. Framsýningin kemur at standa frammi á Glasi næstu tvær vikurnar.