Eftir summarfrítíðina verður møguleiki at lesa marnaðarførslubúskap á Hægri Nám Glasir, tá eitt nýtt hold verður sett á stovn.

Marknaðarførslubúskapur er ein yrkisakademisk útbúgving, sum gevur tær amboð og førleikar, sum tú kanst brúka beinleiðis í privatu vinnuni og almenna geiranum.

Støðið verður tikið í ítøkiligum casum hjá fyritøkum og feløgum. Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir i praktikk, har tú ognar tær royndir at arbeiða í einari fyritøku, sum hevur brúk fyri førleikum innan marknaðarførslubúskap.

Tað tekur tvey ár at lesa marknaðarførslubúskap. Eftir lokið prógv ber til at fara víðari til professiónsbachelor. Til ber at lesa professiónsbachelor í Altjóða Handli og Marknaðarførslu á Glasi.

Søk inn á marknaðarførslubúskap her.

Les meira um marknaðarførslubúskap her.