Síðsta kanningin av Løgtingsvalinum var øðrvísi enn undanfarnu kanningarnar, tí hendan kanning var ein kanning av valúrslitinum, har spurt var um, hvønn flokk næmingurin valdi til Løgtingsvalið. Tað vóru einans næmingar við valrætti, ið vórðu biðin um at luttaka í hesi kanning.

Tað vóru 199 næmingar, ið luttóku í kanningini og heili 60% av teimum skuldu á val fyri fyrstu ferð. Kanningin staðfestir úrslitini frá teimum báðum undanfarnu kanningum, nevniliga at Javnaðarflokkurin hevur størstu undirtøku millum næmingar á Glasi og eisini á sjálvum valdegnum.

32,6% atkvøddu fyri Javnaðarflokkinum, ið samsvarar væl við úrslitið av seinnu veljarakanningini, ið vísti, at Javnaðarflokkurin fekk 33,2 % av atkvøðunum hjá næmingum á Glasi. 22,6% atkvøddu fyri Tjóðveldi, og tað er nakað lægri enn úrslitið frá seinnu veljarakanningini, ið vísti, at 26,4% av næmingunum atkvøddu fyri Tjóðveldi. Seinna veljarakanningin varð hildin eftir valfundin á Glasi tann 5. desember. 14,1% atkvøddu fyri Sambandsflokkinum og samsvarar hetta sera væl við úrslitið frá seinnu veljarakanningini, har 14,2% søgdu seg fara at atkvøða fyri Sambandsflokkinum. Áhugavert er, at Framsókn gongur fram í hesi síðstu kanning, ið vísir, at Framsókn fekk heili 11,6% av atkvøðunum samanborið við seinnu veljarakanningina, ið vísti, at 9,4% av næmingunum valdu Framsókn.

Tað eru samfelagsfrøðilærarar á Glasi, sum hava staðið fyri hesum trimum veljarakanningunum, og eru teir sera takksamir og væl nøgdir við stóru luttøkurnar til allar tríggjar kanningarnar. Endamálið við veljarakanningunum er at vita, hvønn flokk og hvørji politisk evni næmingar velja og raðfesta. Kanningarnar eru ætlaðar at brúka í undirvísingini og endamálið er somuleiðis at framleiða nýggj, viðkomandi og føroysk hagtøl, ið samfelagsfrøðilærarar kunnu brúka í undirvísingini á Glasi.

Úrslitið av kanningini 9. desember sæst niðanfyri.