Nýggir næmingar, lærlingar og lesandi á Glasi skulu gera sær eitt loyniorð til teirra Glasir-brúkara. Tað gera tit við at fylgja niðanfyri mannagongd.
- Far á edulogin.fo og rita inn við Samleikanum.
- Góðkenn treytirnar.
- Skráset tína landakotu og títt telefonnummar.
- Skriva inn kotuna, sum verður send til skrásetta telefonummarið.
- Vel eitt nýtt loyniorð.
- Bíð eitt bil, til loyniorðið er goymt.