Tað er púra vanligt at gerast fjálturstungin, tá man skal avrika og verða dømdur fyri avrikið. Eitt sindur av ekka kann skerpa hugsavningina, men fyri onkran fyllir ræðslan fyri próvtøkum so nógv, at tað kann gerast beinleiðis próvtøkuótti, sum ávirkar avrikið. Hetta ber til at gera nakað við.

Næmingum, lærlingum og lesandi á Glasi stendur í boði at taka skeið í at fyribyrgja próvtøkuótta. Rúna Jakobsen og Annika Mellemgaard, lestrarvegleiðarar, standa fyri skeiðinum. Skeiðið, sum er í tveimum pørtum, verður hesar dagar í ár: Mikudagin 24. apríl í 4. blokki og mikudagin 8. mai í 4. blokki

Á skeiðnum fara vit at hygga eftir katastrofutankum og ringum vanum – og bjóða hesum av. Skeiðið er fyri næmingar, lærlingar og lesandi á Glasi.

Tilmelding til Rúnu Jakobsen, lestrarvegleiðara, á ruj@glasir.fo, ella Anniku Mellemgaard, lestrarvegleiðara, á anm@glasir.fo í seinasta lagi týsdagin 23. apríl.