SOSIALRÁÐGEVI Á GLASI HVØNN MIKUDAG

5. desember 2018

Sosialráðgevi verður tøkur á Glasi í einari royndartíð, tað, ið eftir er av hesum skúlaári. Høvuðsendamálið er at ráðgeva, vegleiða næmingar og sparra við lærarar innan økið, sum kallast arbeiðsbúgving.

ARBEIÐSBÚGVING

Arbeiðsbúgving er eitt felags heiti fyri tær fyriskipanir, sum kunnu setast í verk fyri at hjálpa teimum, sum hava likamligar, sálarligar og/ella sosialar skerjingar, sum viðføra, at tað er trupult at ganga í skúla ella at arbeiða fulla tíð.

SKERJING

Ein skerjing er t.d. um man hevur eina sjúku sum ger, at ikki til ber at fylgja allari skúlagongdini, ella man ikki kann arbeiða fulla tíð á einum arbeiðsplássi. Talan kann eisini verða um eina sosiala skerjing, har uppvøkstur og onnur privat viðurskifti hava viðført, at man ikki megnar at fylgja eini vanligari skúlagongd ella at verða knýtt at vanliga arbeiðsmarknaðinum.

NÆR: Hvønn mikudag frá kl. 13:30 til 14:30. Byrjað verður 28. november 2018
HVAR: Á Skúlaheiminum. Nýt inngongdina miðskeiðis niðanfyri og sí skrivstovuhurð til vinstru
HVUSSU: Far bara inn á gólvið á Skúlaheiminum ella ring til teirra:
Ruth, tlf.: 38 73 01
Jacoba, tlf.: 34 70 28