Fýra næmingar, sum ganga á Glasi, tóku lut í paraolympisku leikunum, sumvóru í Abu Dhabi frá 13. til 21. mars.
Parasvimjarin Signa Vár Dávadóttir, sum gongur í 15g á Glasi, svam skjótt og væl á Special Olympics World Games (SOWG) 2019 í Abu Dhabi fyri Føroyar. Signa svam í trimum kappingum á leikunum, og hon vann heiðursmerki í øllum – tvey silvurheiðursmerki og eitt úr bronsu.
Signa hevur vunnið hópin av heiðursmerkjum í ymsum kappingum – bæði her heima og úti í heimi. M.a. vann hon bæði bronsu og silvur á SWOG í 2015 eisini, so hesa ferð hevur hon endurtikið bragdið.
Harafturat vóru tríggir næmingar, sum ganga á Serbreytini, við í Abu Dabu:
- Hilda Poulsen vann bronsu í Boccé, tá hon í mars luttók í Special Olympics World Games 2019 í Abu Dhabi fyri Føroyar.
- Rúni Jacobsen rann 400m við tíðini 1:04.57. Hetta rakktil eitt 7. pláss.
- Eyð Patursson var við í tveimum kappingum í fimleiki, har hon ávíkavist fekk eitt 4. pláss og eitt 7. pláss.
Í myndasavninum niðanfyri eru myndir av teimum fýra ítróttafólkunum. Vit eru errin av teirra avrikum og ynskja teimum hjartaliga til lukku. Vit vóna, tey halda á so vit eisini síggja tey til Special Olympics World Games, sum næstu ferð verða í Berlin í Týsklandi í 2023.