Vit søkja eftir einum royndum og arbeiðssomum køksfólki at arbeiða hálva tíð í kantinuni á Glasi.
1.500 lesandi og 250 starvsfólk hava sína dagligu gongd á Føroya størsta útbúgvingarstovni. ‘Matur liggur undir manningini’, sigur orðatakið, og nógv veldst um matin, vit borðreiða og um huglagið, andan og flogið rundan um tað at savnast um mat. Her kemur tú inn í myndina.
FØRLEIKAR
Vit vænta, at tú umframt títt arbeiðssemi ert álítandi, smílandi, hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Best er, um tú hevur starvsroyndir í køki, men hetta er ikki ein treyt.
LØN OG TREYTIR
Vit hava úr at gera í køkinum á Glasi, so best er, um tú kanst byrja sum skjótast. Vit seta starvið skjótast til ber, men um tú ert tann, vit sóknast eftir og ikki fær byrjað beinan vegin, so bíða vit eftir tær, um tað er neyðugt.
Starvið er ikki fulla tíð. Starvstíðin er umleið 4 tímar dagliga í dagtímunum – í høvuðsheitinum frá kl 9.30 til kl 13.30. Tú vísir til Allan Hjaltalin, køksleiðara. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið ella avvarandi fakfelag.
UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Hjaltalin, køksleiðara á Glasi, á tlf. 78 66 72 ella skriva til alh@glasir.fo.
Umsókn við møguligum prógvi og/ella viðmæli skal í seinasta lagi mikudagin 2. Oktober 2019 sendast í telduposti til alh@glasir.fo.