Steinbjørn er nú rektari á Glasi

17. desember 2019

Uttanríkis- og mentamálaráðið (UMMR) hevur sett Steinbjørn Hardlei í starvið sum rektari á Glasi. Hann tók við starvinum 1. januar 2020. Í tíðindaskrivið, sum UMMR sendi út 17. desember 2019, stóð:

Steinbjørn Hardlei rektari á Glasi

Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur gjørt av at seta Steinbjørn Hardlei í starvið sum rektari á Glasi.
Steinbjørn Hardlei er 50 ára gamal og útbúgvin cand. oecon. frá universitetinum í Århus. Harumframt hevur hann sertifiseraða altjóða útbúgving innan broytingarleiðslu.

Steinbjørn Hardlei hevur 20 ára leiðsluroyndir frá størri fyritøkum og skúlum.  Hann hevur leiðsluroyndir frá Eik og Atlantic Airways, har hann serliga hevur havt ábyrgd innan starvsfólkaøkið og organisatoriska økið. Harumframt hevur hann havt egna ráðgevarafyritøku innan strategiska leiðslu, HR og organisatiónsbroytingar.

Steinbjørn Hardlei hevur fjølbroyttar royndir sum undirvísari á miðnámi, yrkisnámi og hægri námi. Hann var stjóri á Føroya Handilsskúla, tá ið samanleggingin av teimum trimum skúlunum á Glasi byrjaði. Aftaná samanleggingina var hann settur sum umsitingarstjóri og seinastu mánaðirnar hevur hann verður virkandi rektari á Glasi.
Nýggi rektarin byrjar í starvinum 1. januar 2020.

Uttanríkis- og mentamálaráðið, 17. desember 2019