Nú tað stundar til løgtingsvalið 31. august, fara vit týsdagin 27. august og mikudagin 28. aug, at hava valdystir á Glasi. Valfundurin verður stroymdur – lenki til stroymingina er HER.

Týsdagin í øðrum blokki – frá kl. 10:05 til 11:35 –  verður valfundur fyri øllum næmingum í atrium, har allir politisku flokkarnir luttaka. Tað er fakbólkurin í samfelagsfrøði, sum skipar fyri.

Evnini á fundinum verða:

1. Hvør flokkur fær 1 minutt at greiða frá hvør hugsjónin er, ið flokkurin er bygdur á.

2. Hevur ungdómurin sjálvur ábyrgd av val av útbúgvingarleið, ella skal samfelagið inn at stýra?

3. Skal valrætturin lækkast til 16 ár?

4. Hvussu skulu vit fremja tað grøna skiftið?

Mikudagin fyrrapart koma politisku ungmannafeløgini at vitja. Tað tiltakið verður á 3. hædd, har hvørt felag hevur sín bás. Skráin mikudagin er:

kl. 08.10 – 09.40 og 10.00 – 11.00: Vanlig undirvísing.

kl. 11.00 – 12.10: Ungmannafeløgini leggja fram á palli á 3. hædd og svara spurningum frá næmingum.

kl. 12.10 – 13.30: Vanlig undirvísing. Ungmannafeløgini eru tó at hitta á 3. hædd