Her á síðuni leggja vit leinki út til beinleiðis stroymingina av veljarafundinum á Glasi.

Leinkið er HER.

Fundurin byrjar kl. 10:05 og heldur fram í hálvanannan tíma, til kl. 11:35.

Valfundurin á Glasi er gomul siðvenja úr Studentaskúlanum í Hoydølum, har síðsti veljarafundur fyri valið millum flokksformennirnar plagdi at verða hildin. Siðvenjan heldur fram á Glasi – nú við beinleiðis stroyming, so fólk kring landið kunnu fylgja við.

Fundurin er ikki almennur. Hann er fyri næmingar á Glasi – men almenningurin kann fylgja við stroymingini.