Fyrsta politiska hólmgonga, nú Fólkatingsval verður 5. juni og Løgtingsval verður 31. august (í seinasta lagi), er á Glasi í dag. Fyri og eftir fundin eru veljarakanningar gjørdar á Glasi. Um 500 næmingar hava svarað veljarakanningini undan pallborðsfundinum. Eftir fundin gjørdu vit tríggjar kanningar, har talið á teimum, sum hava svarað, var nakað lægri – millum 1 síggjast niðri undir.

Úrslitið av undankanninginini sæst her:

Eftir kjakið gjørdu vit hinar tríggjar kanningarnar fyri at síggja, hvørjar flytingar eru og um kjakini um fosturtøku og bústaðarmøguleikar fluttu nakað. Tær síggjast her.

Fyrst vóru næmingarnir bidnir um at meta um, hvør stóð seg best í kjakinum um fosturtøku:

Her stóð Tjóðveldi seg best, hildu tey, sum svaraðu, meðan Miðflokkurin eisini stóð seg væl. Síðani kom kjakið um bústaðarmøguleikar.  Her svaraðu 127 (í mun til 199, sum svaraðu um fosturtøku), so tølini skulu takast við fyrivarni. Men Fólkaflokkurin var greiði vinnarin, meðan Sjálvstýrið og Fraómsókn eisini stóðu seg væl. Sambandsflokkurin datt niðurímillum her; tað sama gjørdi Tjóðveldi, meðan Javnaðarflokkurin stóð seg væl ítølunum.

Til endans varð kanningin, sum varð gjørd undan kjakfundinum, endurtikin, har næmingarnir vóru bidnir um at svara sama spurningi: Hvønn flokk hevði tú valt nú – aftaná kjakfundin “Stemmuboksing”. Har 500  svaraðu kanningini áðrenn fundin, vóru tey 153, sum svaraðu aftaná fundin.  Tí skulu hesi tølini takast við størsta fyrivarni. Kortini er áhugavert at síggja, hvussu stórur munur er á áðrenn og aftaná fundin.