STÓRUR POLITISKUR KJAKFUNDUR Á GLASI TANN 8. MAI KL. 13:45-15:45

Samstarvsnevndin á Glasi, har bæði Næmingaráð, lærarar og leiðsla hava umboð, skipar fyri fyrsta stóra politiska kjakinum, nú bæði Løgtingsval og Fólkatingsval eru fyri framman. Flokksformenn og ungdómsumboð fyri allar politisku flokkarnar, sum eru umboðaðir á Løgtingi, vera við, tá allur ungdómurin á Glasi fær møguleika at hoyra, hvat politisku flokkarnir vilja gera fyri at tryggja sær allar atkvøðurnar frá nýggjum veljarum, sum – fyri ein stóran part – fyri fyrstu ferð skulu seta kross og leggja lepan í stemmuboksina. Vit nevna tiltakið “Stemmuboksing“. Ragnar Árnason Joensen, samfelagsfrøðingur og lærari á Glasi, fer at stýra politiska fundinum, har flokkarnir fyrst leggja fram um evni, sum næmingarnir hava verið við til at seta á breddan. Tvey av evnunum, sum næmingarnir hava valt, eru bústaðarviðurskifti og fosturtøka.

Veljarakanningar á fundinum

Áðrenn politikararnir sleppa til orðanna verða áhoyrararnir bidnir um at siga, hvar teirra krossur mest sannlíkt fer. Tað sama verður gjørt eftir framløgurnar og kjakið fyri at síggja, um politikararnir – teir royndu og teir ungu – megnaðu at flyta atkvøður. Eisini verða áhoyrararnir bidnir at siga, hvønn teir meta hava staðið seg best í kjakinum um hvørt av evnunum, sum hava verið umrødd. Til síðst vísa vit so úrslitini av veljarakanningum