Bókasavnið á Glasi skipar saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri stórum útgávutiltaki á Glasi mánakvøldið 17. mars í sambandi við, at nýggjasta bókin í røðini um Hungursleikirnar, Sólarris á heystingardegi, kemur út á føroyskum samstundis sum á upprunamálinum. 

Á skránni verða filmssýningar, faklig upplegg, upplestur og ymiskar framførslur.

Á midnátt verður bókin seld fyri serprís. Einans 250,-kr.

Tiltakið byrjar kl. 17.00.

SKRÁ:

Kl 17:00 Beinir Bergsson bjóðar vælkomin

Kl 17:15 Sámal Soll: Dystopi í bókmentum og filmi

Kl 17:40 Filmssýning í marghøllini: The Ballad of Songbirds and Snakes

Kl 20:20, 20:40 og 21:00 Upplestur/framførslur í trimum umførum:

  • HUNGURSLEIKIR (bókasavnið) – Gunnvá Zachariasen lesur upp úr nýggju bókini
  • DREYMSÓTT (dystopirúmið). Rakel Helmsdal og Vón Holm Magnadóttir lesa upp
  • MONOLOGUR (realityrúmið) – Kristina Halgaklett framførir brot úr Romeo og Juliu

Kl 21:30 Filmssýning í marghøllini: The Hunger Games 1

Kl. 24:00 Bókasøla uttan fyri bókasavnið. Bergur Rasmussen, týðari, signerar bøkur.

Høvi verður at keypa grýturætt og sodavatn millum 18 og 20

Glasir bjóðar kaffi/te og køku kl. 21