Í 2023 valdu 376 fólk at gera lærusáttmála við ein arbeiðsgevara fyri at fáa eitt sveinabræv ella eitt yrkisbræv, og tað er yvir 57% av einum miðal føroyskum árgangi.

Tað vísa tøl frá Yrkisdeplinum, sum júst eru kunngjørt.

Tey 376 fólkini, sum byrjaðu í læru í 2023, læra innan 44 ymiskar útbúgvingar. Verða allir virknir lærlingar taldir við, eru í dag gott og væl 1.000 fólk í holtur við at taka 58 ymiskar yrkisútbúgvingar í Føroyum.

Les meira um hagtølini á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum.