Hevur tú evnini og førleikarnar at kveikja áhugan hjá næmingunum, lærlingum og lesandi at læra? Kunnu tínir førleikar ríka undirvísaratoymið sum eina heild og menna samstarvið við starvsfelagarnar. So vóna vit, at tú bjóðar teg fram sum lærara á Glasi. Her hava vit Føroya størsta hóp av ungum, sum vilja læra og her sleppur tú at menna lestrarumhvørvið, lærugreinarnar og útbúgvingarnar. 

Glasir er Føroya størsti undirvísingarstovnur við yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi og 250 starvsfólkum. Til skúlaárið 2023/2024 søkja vit nú – við fyrivarni fyri virksemi og játtan – eftir undirvísarum til gymnasialt miðnám, yrkisnám, serbreytina og hægri nám. Størv, vikariat ella tímar í meira enn 40 ymsum lærugreinum eru leys at søkja á Glasi. Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv. Niðanfyri kanst tú lesa meira um førleikakrøv, setanarviðurskifti, umsóknarfreist og hvussu tú kanst fáa meira at vita um størvini.

Á gymnasialum miðnámi (GM), yrkisnámi (YN) og hægri námi (HN) eru lærugreinarnar hesar:

ALISFRØÐI (GM) / ALTJÓÐA BÚSKAPUR (GM) / BYGGIFRØÐI (HN) / DANSKT (GM) / DEKORATIÓN (GM/YN) / ENSKT (GM/YN) / EVNAFRØÐI (GM) / FÍGGING (GM) FORNALDARFRØÐI (GM) / FORRITAN (GM/YN) / FOTOGRAFI (GM) / FRAMLEIÐSLUTØKNI (HN) / FRANSKT (GM) / FYRISKIPAN (GM/YN) / FØROYSKT (GM/YN) / HÁR (YN) / INNOVATIÓN OG ÍVERKSETAN (HN) / INNOVATIÓN (GM/YN) / ÍTRÓTTUR (GM) / KUNNINGARFRØÐI (GM) / KUNNINGARTØKNI (GM) / LANDAFRØÐI (GM) / LEIÐSLA Á AKADEMIÚTBÚGVINGINI (HN) / LÍVFRØÐI (GM) / MARKNAÐARFØRSLUBÚSKAPUR (HN) / MIÐLAKUNNLEIKI (GM) / METALL (YN) / RELIGIÓN (GM) / RUSSISKT (GM) / SAMFELAGSFRØÐI (GM) / SÁLARFRØÐI (GM/YN) / SPANSKT (GM) / SØGA (GM) / STØDDFRØÐI (GM) / SØLUBÚSKAPUR (GM) / TIMBUR (YN) / TÓNLEIKUR (GM) / VINNURÆTTUR (GM) / VIRKISBÚSKAPUR (GM)

FØRLEIKAR

Sum undirvísari á gymnasialum miðnámi skalt tú hava akademiskt kandidatprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum gevur førleikar  at undirvísa í einari ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. 

Sum undirvísari á yrkisnámi skalt tú hava sveinabræv innan økið og/ella aðrar viðkomandi útbúgvingar og royndir. Í ávísum førum kann hægri útbúgving verða ein fyrimunur. 

Sum undirvísari á serbreytini skalt tú hava námsfrøðiliga útbúgving – eitt nú læraraútbúgving, námsfrøðingaútbúgving ella aðra viðkomandi hægri útbúgving innan økið og hava hóskandi yrkisfakligar førleikar.

Sum undirvísari á hægri námi skalt tú hava viðkomadi hægri útbúgving. Tað kann verða ein fyrimunur at hava viðkomandi undirvísingarroyndir og arbeiðsroyndir. Harnæst eru førleikarkrøvini ymisk í ymsu lærugreinunum ella útbúgvingunum:

  • Byggifrøði: Útbúgving sum byggifrøðingur, handverkara bakgrund, hollan kunnleika til BPS og Revit.
  • Innovatión og íverksetan: Viðkomandi hægri útbúgving og góð evni at arbeiða í tvørfakligum toymi.
  • Marknaðarførðslubúskapur: Førleikar at undirvísa í vinnubúskapi, marknaðarførslu, samskifti og organisatión, og góð evni at arbeiða í tvørfakligum toymi.
  • Framleiðslutøkni: Tøkniliga útbúgving, hollan kunnleika til Inventor og tøkniligar skipanir, góð evni at arbeiða í tvørfakligum toymi.
  • Akademiútbúgvingin: Hægri útbúgving innan leiðslu og búskap.

Ynskir tú at vita meira um størv á hægri námi – eitt nú lærugreinar, útbúgvingar og undirvísingartíðir – ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finn Jensen, dekan fyri hægri nám, á telefon 78 66 63 ella við telduposti, fje@glasir.fo.

UMSØKJARAR 

Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra. Sum lærari á Glasi er gott um tú:

  • ert framfýsin og kann geva íblástur at menna næmingarnar til samfelagið 
  • hevur hug og hegni at arbeiða við ungdómi
  • ert framsíggin, torir at ganga nýggjar leiðir og trívist við broytingum
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð evnir at samstarva
  • hevur góð evnir at skipa samstarv við ymiskar samfelagsbólkar
  • hevur hug at menna eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi
  • hevur góðar telduførleikar og hegni at arbeiða við kunningartøkni

Tá mett verður um umsóknirnar, verður hugt at: 

  • formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og didaktikk 
  • persónligum eginleikum og førleikum  
  • breiddini av undirvísingarførleikum og starvsroyndum
  • útbúgvingarbakgrund og -samanseting 

SETANARVIÐURSKIFTI 

Størvini á gymnasialum miðnámi verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið.  Størvini á yrkisnámi og á serbreytini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) og Fíggjarmálaráðið. Størvini á hægri námi verða sett sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag (eitt nú FTL og YF) og Fíggjarmálaráðið.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ

Umsóknir skulu skrivast í talgilda umsóknarskjalið á starv.glasir.fo. Hevur tú spurningar, ber til at seta teg í samband við ein av deildarleiðarunum við at senda teldupost til deildarleidarar@glasir.fo 

FREISTIN AT SØKJA ER HÓSDAGIN 20. APRÍL 2023