Tað hevur verið trupult at velja út vinnarar millum allar hesar 42 stuttsøgurnar, hesa ferð kanska serliga, tí nógvar av søgunum líkjast rættiliga nógv bæði í evnavali og bygging.
Nógvar av søgunum vóru um svár viðurskifti í lívinum, eitt nú harðskap í parløgum, rúsevni, vansorgan og sex uttan samtykki. Esini sinnistrupulleikar av ymsum slag var eitt gjøgnumgangandi evni.
Allar vinnarasøgurnar endurspegla evni, sum ungu rithøvundarnir leggja dent á.
Nakrir tekstir vóru ikki beinleiðis stuttsøgur, men framúr góðar hugleiðingar og áttu at fingið rúmd aðrastaðni, eitt nú í Jólaboð ella sum tíðargrein í dagbløðum.
Vinnarar:
Nr. 1: Bundin. Emilja Højgaard
Bundiner ein vælskrivað stuttsøga. Við strammum bygnaði og beinraknum myndamáli lýsir hon sálarkvøl og tvístøðu hjá ungari gentu. Sum lesari verður tú fangað frá fyrstu reglunum. Tú undrast á, hvør persónurin við løgna navninum Pavor er, og gerst áhugað í tvístøðuni, sum støðugt mennist og fær óvæntaða vend í síðstu reglunum.
Hetta er ein søga, ið ung í dag, sum mangan stremba eftir at liva upp til ytri krøv og at hava rættan atburð, óivað kunnu kenna seg aftur í.
Nr. 2: Elski teg, elski meg. Ingrid Jacksdóttir Petersen
Hetta er ein stuttsøga fortald við snøggum gerandismáli. Ein stuttsøga, har søguheiti, endurtøkur og endi fáa søgugongdina at sita. Ein umboðandi stuttsøga, tá ið tað snýr seg um evnisval og ein stuttsøga, sum snýr seg um at elska. “Elski teg, elski meg”
Nr. 3: Hvar er vegur? Óluva Nolsøe Joensen
Yvirskriftin í óbundnum formi leiðir tankarnar til yrkingina hjá Regini Dahl, “Hvar er rás?”, og spurningarnir, sum verða settir í søguni eru eisini av eksistentiellum slag. Myndamálið er væl bygt upp, og spurningurin um ein veg í lívinum ella kanska ein veg út úr lívinum verður settur. Áhugaverda skiftið í endanum skapar ein opnan enda, sum letur upp fyri enn fleiri spurningum og kjaki av eksistentiellum slag.