Mikukvøldið 4. desember kl. 19:30 verður alment bókmentatiltak á bókasavninum á Glasi, har vinnararnir av stórari stuttsøgukapping verða avdúkaðir. Á skránni er upplestur, tónleikur, rithøvundavitjan og ein góður drekkamunnur – og øll eru vælkomin.
Tað var í summar, at Glasir skipaði fyri stuttsøgukapping á triðja sinni. Fyrstu ferð var í 2017. Tá komu 61 stuttsøgur inn, og vinnarasøgurnar, umframt nakrar aðrar, komu út í savninum “Kamparænarin og 15 aðrar søgur”. Í fjør komu 42 søgur inn til kappingina.
Aftur hesa ferð var undirtøkan sera góð. 68 stuttsøgur komu inn, og dómsnevnd hevur lisið og mett um tær 68 innkomnu søgurnar. Á serligari kvøldsetu á bókasavninum á Glasi mikukvøldið 4. desember kl. 19:30 verður so endiliga avdúkað, hvørji eru nummar 1, 2 og 3 í kappingini. Í sambandi við kunngeringina av vinnarunum verður skipað fyri einum upplestrartiltaki á bókasavninum á Glasi, har vinnararnir av stuttsøgukappingini fara at lesa sínar søgur.