Stuttsøgukappingin 2020: 74 søgur komu inn

9. oktober 2020

Til stuttsøgukappingin á Glasi 2020 komu í alt 74 søgur inn.
Dómsnevndin fer nú til verka at meta um søgurnar, og vinnararnir verða kunngjørdir 3. desember.Ein dómsnevnd, sum er mannað við lærarum og rithøvundum, velur vinnandi søgurnar. Heldur dómsnevndin tó ikki tær innkomnu stuttsøgurnar vera virðislønarverdar, tilskilar hon sær rætt til ikki at lata virðislønirnar.

Um spurningar eru, ber til at venda sær til nevndina:

Sámal Soll
Marianna Hoydal
Paula Gaard
Malan Poulsen
Signa Joensen