66 stuttsøgur eru komnar inn til kappingina í ár. Tað er á leið tað sama, sum kom inn undanfarna árið.

Nevndin fer nú undir at lesa tær og velja vinnararnar. Vinnararnir verða kunngjørdir  í viku 47.

Dómsnevndin fer nú til verka at lesa- og meta um søgurnar. Vnnararnir verða kunngjørdir í viku 47, tað er millum 22. og 27. november. Dómsnevnd, sum er mannað við lærarum og rithøvundum, velur vinnandi søgurnar. Heldur dómsnevndin tó ikki tær innkomnu stuttsøgurnar vera virðislønarverdar, tilskilar hon sær rætt til ikki at lata virðislønirnar.
Um spurningar eru, ber til at venda sær til nevndina. Í nevndini sita:

Sámal Soll
Marianna Hoydal
Paula Gaard
Malan Poulsen
Signa Joensen