Stuttsøgukappingin á Glasi byrjaði fyri 7 árum síðani, og talið á innkomnum søgum hevur hesi árini ligið millum 60-70, men í ár komu einans 36 søgur inn.

Dómsnevndin fegnast um søgurnar, ið hon hevur viðgjørt. Av tí at søgurnar sum heild eru á jøvnum støði, har ongar skara burturúr, tilskilar dómsnevndin sær rætt til ikki at lata virðislønir í ár.

Sjálvt um niðurstøðan var hendan í ár, so eggja vit øllum til at vera við komandi ár.