Dómsnevndin hevur lisið og mett um tær 61 innkomnu søgurnar, og nú eru vinnararnir av stuttsøgukappingini loksins funnir.

Anna Sofía Jørgensen hevur vunnið kappingina við søguni “Kamparænarin” og fær sostatt 3000 krónur. Á øðrum plássi er Helena Joensen við søguni “Ver mín vongur,” og Aksel Remmel eigur triðbestu søguna, sum ber heitið “Náttúrunnar megi”. Tey bæði fáa ávikavist 2000 krónur og 1000 krónur.

Fyriskipararnir vilja takka øllum teimum, sum hava sent søgur inn. Undirtøkan hevur verið nógv størri enn væntað, og dygdin á søgunum, sum komu inn í kappingini, hevur verið somikið góð, at einki er at ivast í, at hetta er eitt tiltak, sum verður endurtikið.

Grundgevingar

Dómsnevndin skrivar í sínum grundgevingum, at stuttsøgan “Kamparænarin” eftir Onnu Sofíu Jørgensen er sera væl skrivað við einum gjøgnumførdum og fjøltýddum myndamáli og spennandi bygnaði. Søgan tvinnar veruleika og dreymaverð saman í eina heilskapaða eind. Hon viðger evni so sum tað at finna veg í lívinum, og tað at góðtaka, at loysnir kunnu vera svárar.

Stuttsøgan, sum gjørdist nummar tvey, “Ver mín vongur” eftir Helenu Joensen, viðger evni sum vinalag, veitslulag, gerandisdag, einsemi og vón. Tað, sum er serligt við hesi søgu, er, hvussu tann unga samrøðan verður endurgivin í trúligum formi, og hvussu væl høvundurin dugir at skapa eina nútíðarliga sameining av ungdómslívi og livandi talumáli.

Nummar trý gjørdist stuttsøgan “Náttúrunnar megi” eftir Aksel Remmel. Hendan erotiska stuttsøgan er skemtilig og øðrvísi. Høvundurin dugir sera væl at byggja eitt huglag upp í stuttsøguni og hava tamarhald á lesaranum ígjøgnum alla søguna. Tú gerst ovfarin av søguni, og hon avdúkar meira, tá tú lesur hana umaftur.

Fleiri søgur gevast út í savni

Í næstum fer dómsnevndin at seta seg í samband við fleiri av teimum, sum hava sent søgur inn til stuttsøgukappingina at bjóða teimum at fáa søgurnar við í eitt savn, sum Glasir fer at geva út.

 

Í høgra borði ber til at lesa tær tríggjar stuttsøgurnar, sum vunnu virðislønir.