Summarútleigan av Skúlaheiminum

5. juli 2018

Tilboð ynskist upp á at leiga Skúlaheimið í Marknagili í summarfrítíðini 2019 til at hýsa ferðafólkum.

 

Skúlaheimið er tikið  í nýtslu í 1976, er umvælt  fyrst í 90`unum og er í hampiliga góðum standi. Skúlaheimið hevur 49 kømur til útleigu.

Skúlaheimið verður útleigað við tí útgerð, sum er í húsinum.

Allar brúksvørur skal útleigarin útvega (sápa, pappír o.a.).

 

Tá leigutíðarskeiðið er av, skal húsið latast aftur reint og í sama standi sum við byrjan.

Leigutíðarskeiðið í 2019 er frá 29. juni til 11. august, íalt  44 samdøgur

 

Biðið verður um leigu pr. samdøgur.

Boðið skal sendast til skulaheimid@glasir.fo  í seinasta lagi 1. august 2018 kl. 12.

 

Fleiri upplýsingar fáast frá Arna Clementsen, skúlaheimsleiðara, arc@glasir.fo  ,

Tel. 568060.