Í gjár – týsdagin 25. februar 2020 – stóðu fimm næmingar sveinaroyndina innan hárfríðkan á Glasi. Sveinaroyndin er yvir tveir dagar, har lærlingarnir skulu ígjøgnum 10 ymiskar lærugreinar innan hárfríðkanarfakið. Seinasta lærugreinin var “langthárs-frisering – tema”.  Myndirnar vísa tær fimm, sum nú hava staðið sveinaroyndina innan hárfríðkan, og tær fimm, sum sótu modell, fingu sett hár og vóru sminkaðar.

Vit ynskja teimum fimm hjartaliga til lukku við sveinaroyndini.