Týsdagin 5. desembur varð skipað fyri samkomu á yrkisnámi á Glasi í sambandi við, at 7 húsasmiðir tóku sveinaroynd í vikuni.
Lagið var gott á nýklaktu sveinunum, lærumeistara teirra og avvarðandi henda dagin, har avrikini vórðu víst fram.
Kenneth Olsen, leiðandi lærari á timbur-deildini, handaði nýklaktu sveinunum prógv, sum váttan fyri at hava staðið royndina.
28. februar 2024 verður almenna prógvahandanin fyri yrkisnám á Glasi, har umleið 60 sveinar fáa handað prógv.
Teir, sum tóku sveinaroynd hesu ferð, vóru:
- Rói á Lakjuni
- Ólavur Eikhólm
- Kristian Herfinsson Hansen
- Arthur Ryggstein
- Rani R. Nicolajsen
- Óli Steinberg Poulsen
- Magnus Egilsson
Hjartaliga tillukku til tykkum.
Her eru nakrar myndir frá samkomuni.