Týsdagin 28. februar 2023, stóðu 7 lærlingar innan hárfríðkan sveinaroyndina á Glasi. Sveinaroyndin hevur verið yvir tveir dagar, har lærlingarnir hava verið ígjøgnum 10 ymiskar lærugreinar innan fakið hárfríðkan. Seinastu lærugreinin var Frisering. Á myndini síggjast tær saman við modellunum, sum tær hava gjørt 

Tær, sum hava staðið sveinaroyndina innan hárfríðkan, eru:

Elisabet Dam Jacobsen, sum hevur staðið í læru hjá Karin’sa, Emmy Ingibjørg Sjúrðardóttir Kass, sum hevur staðið í læru hjá Salong Halda, Jensa Askildsen, sum hevur staðið í læru hjá WAW/Hair by Ásla, Katrin Margretha Einarsson, sum hevur staðið í læru hjá Salong AIDA, Laila Solbjerg Augustinussen, sum hevur staðið í læru hjá Adore Vælvera, Tórunn í Horni Nielsen, sum hevur staðið í læru hjá Salong Ruby, Valerin Maribel Gonzalez Djurhuus, sum hevur staðið í læru hjá EVOKE

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við sveinaroyndini