Hósdagin 4. desembur var hugnaløta á timbur í sambandi við, at 6 lærlingar vóru lidnir við sveinastykkið hjá sær.

Um morgunin varð Merkið vundið á stong. Seinni um dagin var nógv fólk komið saman at heilsa uppá.

Tey, ið stóðu sveinroynd hesu ferð, vóru frá vinstu í myndini omanfyri:

  • Bjarki Rúnason, Búsetur Sp/f
  • Mariann Jacobsen, HVT Sp/f
  • Markus Nordendal, Búsetur Sp/f
  • Martin Kruse Sørensen, HK Verk
  • Samson Lið Gaardlykke, J&K Petersen
  • Tóti Johannesen, Hamar Sp/f

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.