5 húsasmiðir tóku í hesi vikuni sveinaroynd. Í hesum sambandi var samkoma á timburdeildini á Glasi, har sveinar, avvarandi og lærarar vóru til staðar.

Teir sum tóku sveinaroynd hesu ferð, og sum eru á myndini omanfyri, eru frá vinstru

  • Ári Thomasen
  • Bergur Hammer Stórhamar
  • Eyðun í Geil Hvannastein
  • Fríði Sigmundsson
  • Jóhan Hjartvardsson

Fyrr í heyst tóku eisini hesir sveinaroynd sum timbursmiðir.

  • Árni Ari Joensen
  • Bogi Bech Húsgarð
  • Eiler Fróðason
  • Elias Heðinsson Lamhauge
  • Markus Ásgerðarson Richardt

Tað er vorðin siður at vinda flaggið á stong, tá sveinaroyndir eru. Hesu ferð var tað Eyðun í Geil Hvannastein, sum vant flaggið á stong.

Almenn prógvhandan á Yrkisnámi verður í februar mánaði komandi ár. Nærri verður lýst fyri hesum.