Sveinaroyndin hjá bilsmiðlærlingum á Glasi er í gongd í hesum døgum. Royndin er skipað í tvær høvuðsuppgávur: ein umvælingaruppgáva og ein brekkanningaruppgáva.

Uppgávurnar fevna um ymisk arbeiðsøki innan bilsmiðju. Tær verða býttar eftir lutakasti millum lærlingarnar.

Millum uppgávurnar, sum kunnu koma fyri, eru arbeiði við bremsum, ymiskt arbeiði á undirvogni, klimaskipan, løði- startskipan, el- og hybridbilar, tannreimskift og aðrar motoruppgávur. Tíðin er avmarkað, og lærlingarnir hava í mesta lagi seks klokkutímar tillutaðar til hvørja uppgávu.

Mikudagin stendur brekkanning á skránni. Tá fáa lærlingarnir ein motor ella ein bil við einum ókendum breki, sum teir sjálvir skulu greina og umvæla ella rætta. Uppgávan verður mett út frá allari arbeiðsgongdini – frá tilrættarlegging til liðugt arbeiði.

Dentur verður lagdur á, at arbeiðið verður væl tilrættalagt og skjalfest, at arbeiðsplássið er trygt og skipað, og at arbeiðið verður gjørt í rættari raðfylgju. Eisini verður mett, hvussu amboð og serútgerð verða brúkt, hvussu talgildu verkstaðsbøkurnar verða nýttar, og hvussu væl lærlingurin tekur atlit til tíð, trygd og umhvørvi.

Tá uppgávan er liðug, skal bilurin latast kundaklárur, og arbeiðsstaðurin vera eins reinur, sum áðrenn arbeiðið byrjaði.

Metingin byggir bæði á tekniskan og fagligan førleika og á almennan og persónligan førleika, sum fevnir millum annað um rætta nýslu av amboðum, rætta fatan av verkstaðsvegleiðingum, vitan um motorar, elskipanir og lógarásetingar, umframt eginleikan at nýta teori í praksis, greiða frá arbeiðinum og halda treytirnar fyri trygd og reinføri.

Sveinaroyndin er síðsta stigið í lærlingatíðini og ein týðandi liður á vegnum til at gerast útbúgvin bilsmiður.