Í desember mánaði er nógv at gera á deildini fyri Tøkni á Glasi. Hetta er tíðin, tá nógvir lærlingar fara til sveinaroynd, og í ár er einki undantak: 46 lærlingar hava staðið sveinaroyndina á Glasi nú í desember.
Hesi 46 – ein kvinna og 45 menn – ið hava staðið sveinaroyndina, eru býtt á hesi yrki:
9 Bilsmiðir
16 Elektrikarar
10 Húsasmiðir
5 Kleinsmiðir
4 Maskinsmiðir
1 Plátu og konstruktiónssmiður
1 Rørsmiður
Vit ynskja tykkum til lukku við sveinaroyndini.