Hesa vikuna stóðu 5 lærlingar sveinaroynd sum húsasmiðir.
Sum siður er á Glasi, so varð skipað fyri hugnaløtu á timburdeildini fyri teimum, sum stóðu sveinaroynd, teirra avvarðandi, arbeiðsgevarum og lærarum á skúlanum. Her fingu teir fimm handað váttan fyri lokna skúlagongd.
Teir, sum tóku sveinaroynd hesu ferð, og sum eru á myndini omanfyri, eru frá vinstru:
- Bogi Ingolf Gunnarsson
- Fríður Rani Beintuson
- Gunnar Lydersen
- Suni Ári Kruse
- Teit Hjelm
Almenn prógvhandan á Yrkisnámi verður í februar mánaði komandi ár. Nærri verður lýst fyri hesum.