Mikudagin 13. mai var hugnaløta á Bil á Glasi í sambandi við, at 4 lærlingar vóru lidnir við sveinastykkið.
Nakað av fólki vóru komin saman á verkstaðnum at heiðra teir, ið høvdu staðið sveinaroyndina.
Símun Bendix Laursen var tann fyrsti, ið var liðugur, og kundi soleiðis vinda merkið á stong uttan fyri Glasir.
So hvørt sum lærutíðin er liðug hjá teimum komandi mánaðarnar, kunnu teir kalla seg sveinar.
Frá vinstru á myndini ovast:
- Hanus Rasmusarson Jóhannessen
- Kurt Várlíð Jacobsen
- Pól Jóhannus Thorkildshøj
- Símun Bendix Laursen





