Hesar seinastu tvær vikurnar hava 8 sveisarar hjá MEST verið á sveisiskeiði á Glasi í at sveisa rustfrí og svørt rør.
Allir 8 sveisarar fáa sertifikat frá Norsk Veritas fyri at hava ment hesar førleikar.
Skeiðsleiðari hevur verið Jeffri Olsen, undirvísari á smiðjuni á Glasi.
Talan er um skeið, sum MEST hevur umbiðið frá Glasi. Umstøðurnar til skeið av hesum slagi eru tær allarbestu á Glasi.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá skeiðnum.






