kunningartiltak á Glasi:

Tak HD 1. og 2. part í Føroyum

Hægri nám á Glasi styrkir munandi um møguleikarnar fyri førleikamenning og eftirútbúgving á universitetsstigi.

Saman við Aarhus Universiteti hava viðt eitt alment kunningartiltak á Glasi mikudagin 6. apríl frá kl. 16:00-17:30, nú hesir báðir hægru lærustovnarnir hava víðkað og styrkt um samstarvið. Hetta kemur serliga at síggjast aftur í útboðnum av HD-útbúgvingum. Hendan hægri diplomútbúgving, sum serliga leggur dent á vinnulívsbúskap, fíggjarstýring og búskap, er víðka við nýggju linjuni, sum nevnist HD Business. Á kunningartiltakinum fært tú innlit í, hvussu útbúgvingin eru skipað, um lærugreinar og upptøkukrøv. Harumframt fært tú høvi til at seta Michael Christensen, útbúgvingarstjóra á Aarhus BSS, og Finn Jensen, dekani á Glasi, spurningar.

Tiltakið, sum er alment, er serliga viðkomandi fyri einstaklingar, sum ynskja at førleikamenna seg, og fyri fyritøkur, sum antin hava tørv á at styrkja um fakligu førleikarnar hjá starvsfólkum ella ynskja at bjóða starvsfólkum eina skipaða førleikamenning á universitetsstøði.

Tú kanst frætta meira um tiltakið við at skriva til Finn Jensen á fje@glasir.fo.

SKRÁ FYRI KUNNINGARTILTAKIÐ:

kl. 16:00 Yvirskipað um HD útbúgvingina, HD 1. part, HD(R) og HD(B)

kl. 16:15 Finn Jensen – HD 1. partur á Glasi í samstarvi við Aarhus BSS, Aarhus Universitet

kl. 17:00 Michael Christensen – HD 2. partur, skipaður sum fjarlestur (distance learning model) við Aarhus BSS, Aarhus Universitet

kl. 17:30 Spurningar

STAÐ: Kunningartiltakið er í atrium á Glasi, janusargøta 3 í Havn.

Sí tiltak (event) á Facebook her.