Boliviahjálpin hevur fingið takkabræv fyri ta hjálp, vit sendu teimum í 2019. Brævið er at lesa niðanfyri (umsett) og mynd er av brævinum. Boliviahjálpin verður aftur í ár. Nærri kunning um hetta kemur seinni.
Q´ochis 5. Desember 2019
Góðu NÆMINGAR OG LÆRARAR Í FØROYUM
“de nuestra consideración”
Árgangurin, sum fekk endaligt prógv frá skúlanum í des 2019, kallaður FENIX (Stríðsfólk fyri vón og nýggjum hugsjónum), og teirra foreldur vilja hervið senda sína djúpastu tøkk til allar næmingar og lærarar í Føroyum fyri allan stuðulin til útgerð til skúlan, sum vit hava móttikið. Stuðulin hevur gjørt okkara læring møguliga, hann hevur latið upp fyri fleiri vitanarmøguleikum, og hann hevur givið okkum betri møguleikar at vera á sama støði sum næmingarnir inni í býnum. Hetta ger tað møguligt hjá okkum at fara á universitetið at lesa víðari. Uttan tykkara hjálp hevði hetta ikki kunnað latið seg gjørt, og vit høvdu verið verandi á einum tilafturskomnum støði uttan møguleika fyri framgongd.
TÚSUND TAKK FYRI ALLAN STUÐULIN, SUM VIT HAVA FINGIÐ, SUM HEVUR GJØRT OKKUM TIL BETRI FÓLK VIÐ BETRI LÍVSGÓÐSKU. VIT BIÐJA TYKKUM UM AT HALDA ÁFRAM VIÐ AT STUÐLA KOMANDI ÆTTARLIÐUM FYRI AT TEY SKULU FÁA SOMU MØGULEIKAR. GUÐ VÆLSIGNI Í RÍKILIGT MÁT HVØNN EINSTAKAN AV TYKKUM OG TYKKARA FAMILJUR.
Í vissuni um at tit altíð fara at vera í okkara hjørtum vilja vit at senda tykkum hesa hjartaligu heilsan í vón um at síggja tykkum millum okkum í nærmastu framtíð
Vegna FENIX árgangin
José Fernando Rojas Angulo, formaður fyri árgangin
Gabriela Madrano Avalos, næstforkvinna
Ariel Vargas Aragón, “secretario de hacienda”
Jasinta Azurduy de Pinto, umboð fyri foreldrini