‘Talgilda tín bý’ verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin og leygardagin 21.- 22. september. Her kunnu øll møta upp og arbeiða við hugskotum til. hvussu Tórshavn kann gerast ein betri býur við talgilding og tøkni. Tær nýtist ikki at hava nakað hugskot við. Tú kanst arbeiða saman við øðrum ella fáa ein mentor at hjálpa tær at arbeiða við hugskoti, sum tú so letur inn.

50.000 krónur verða lætnar til besta hugskotið. Eisini lata Betri og Føroya Tele hvør sín eykavinning á 5000 kr. til nr. 2 og 3.

Meldið til her

Skráin fyri tiltakið í Sjóvinnuhúsinum:

Talgilda tín bý – skrá endalig